Svimjifelagið Reysti í Leirvík bjóðaði í dag til svimjikapping í svimjihøllini í Leirvíkar Skúla.
Reysti er felags svimjifelagið hjá gøtufólki og leirvíkingum. Í 2010 var svimjifelagið í Gøtu, Skeggjar, og svimjifelagið í Lerivík, Reki, løgd saman í svimjifealgið Reysti.
Tað vóru 28 kappingar, býtt upp í tveir bólkar. Fyrri bólkurin var fyri børn fødd í 2004 og yngir, meðan seinni bólkurin var fyri børn fødd í 2002 og 2003.
Svomið var í greinunum frí, bringu, ryggsvimjing, fyrivald og blandað.
Svimjifeløgni sum luttóku vóru Svimjifelagið Reysti úr Gøtu/Leirvík, Suðuroyar Svimjifelag, Fuglafjarðar Svimjifelag og Havnar Svimjifelag