Russar søkja um friðskjól í Noregi

Talið av russum, sum søkja um friðskjól í Noregi, er fleirifaldað, men í Noregi skerpa tey nú reglurnar.

 

Alt 2021 søktu 13 russar um friðskjól í Noregi, men longu í mai í ár var talið komið upp á 126.

Norskir myndugleikar eru nú farnir at skerpa reglurnar fyri visum til russiskar ríkisborgarar, sum í stórum tali søkja um friðskjól í Noregi.

 

- Bæði vinir og unnustir hjá fólki, sum búgva í Noregi, verður sum høvuðsregla nú sýtt innferðarloyvi. Tað verður eisini truplari hjá russum, sum eiga systkin í Noregi, at fáa innferðarloyvi.

 

Norska útlendingastýrið upplýsir fyri norska kringvarpinum, NRK, at Noreg sum høvuðsreglu eisini fer at sýta fyri at geva russum ferðavisum í Noregi.

 

- Vandin er, at russar, sum koma til Noregs, ikki vilja heimaftur, skrivar tíðindastovan NTB.

 

Sambært útlendingastýrinum søktu 13 russar um friðskjól í Noregi alt 2021, men longu í mai í ár hevði Noregi fingið 126 umsóknir frá russum um friðskjól.

 

Higartil í ár hevur Noreg fingið út við 20.000 umsóknir um friðskjól, harav 18.500 eru frá ukrainum, sum eru flýddir úr krígsherjaða landinum.

 

Útlendingastýrið hevur mett um støðuna við russiskum umsóknum um friðskjól, og her hevur verið hugt at politisku, fíggjarligu og sosialu viðurskiftunum í Russlandi.

 

- Skerpaðu reglurnar raka tó ikki øll líka hart. Russisk foreldur, børn og hjúnarfelagar og í Russlandi sleppa tó at vitja síni í Noregi.

 

- Treytirnar hjá russiskum ferðandi í handilsørindum í Noregi gerast truplari við skerpaðu reglunum, men tað verður ikki ómøguligt hjá hesum at fáa visum, skrivar Verdens Gang. 

 

Lagt verður aftrat, at tað framhaldandi verður møguligt hjá russum, sum verða forfylgdir av myndugleikunum í Russlandi, at søkja um friðskjól, men tá mugu fólk, sum søkja, fyrst vera komin til Noregs.

 

 

 

Alt 2021 søktu 13 russar um friðskjól í Noregi, men longu í mai í ár var talið komið upp á 126.