Teir fyrstu dagarnir við rættiliga nógvum vindi hava verið hesar dagarnar, serliga í dag. Nógvastaðni er vindurin upp í 30 metrar, og á Fámjinsskarðinum er er vindmátarin heilt uppi á 45 metrum um sekundið.
Hetta darvar samferðsluni rættiliga illa, bæði á sjógvi og landi. Í hesum sambandi hevur Strandfeðrslan avlýst heilt nógvar túrar, bæði hjá ferjum og bussum. Í Suðuroy er eingin koyring til Fámjins fyri vindi og Sildberin, sum siglur ímillum Sandoy og Skúgvoy, er eisini bundin fyri dag. Hasfjord siglur ikki meiri í dag og fyrr í dag fekk Teistin tekniskar trupulleikar, men teir eru nú loystir. Aðrastaðni, bæði í Sandoynni, Eysturoynni og í Norðoyggjum, eru bussar givnir at koyra, ella teir gevast nú seinnapartin.
Eftir veðurtíðindunum fer vindurin at veka út á kvøldið, áðrenn hann minkar aftur.