Ein tann fremsti sjómat-seljarin í Vágsbotni í Havn er Mortan Johannesen - eisini kendur millum manna, sum Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi.
Millum allan tann góða sjómatin Mortan selur er tvøst og spik. Mortan er fegin um at hava upplivað í summar, at sera nógvir útlendingar hava keypt tvøst og spik frá honum, umfram annan føroyskan sjómat. Mortan staðfestir, at meir enn helmingurin er seldur til útlendingar, sum hava vitjað hann niðri á almenna sølustaðnum í Vágsbotni, har mong góð prát eisini hava verið um tað føroyska tilfeingið.
Mortan hevur eisini møtt grindamótstøðufólki, sum hann heldur hava sera lítið innlit, tá um føroysk viðurskifti og tilfeingi ræður.
TRÝST á hesa LEINKJUNA, og síggj og hoyr eina YouTube upptøku, har Mortan Johannesen greiðir frá við sølustaðið niðri í Vágsbotni: https://www.youtube.com/watch?v=JzEWglnfu9E&list=UUhS1xjp6GzUmhTS77fYUy0g