Nógvir vindskaðar - av berum ósketni

Telefonin hjá alarmsentrarinum hevur ringt ofta í gjár og í nátt

Hetta vikuskiftið hava vit havt fyrsta stormin hendan veturin – og tað hava tey merkt nógv til hjá løgrluni. Vakthavandi sigur, at telefonin hevur ringt ofta at boðað frá skaðum – og at vandi er fyri, at skaðar fóru at henda.

 

Hóast ávarað hevur verið um stormin í fleiri dagar, eru fleiri av skaðunum hendir av ósektni tí at byggifeløg, og privatfólk, ikki hava tryggjað leysar lutir, og leyst tilfar. Tað var beint fyri døgverða, at telefonin fór at ringja at boða frá nøkrum skaðum, men so var friður aftur til í gjárkvøldið, tá ið telefonin aftur fór at kim.a

 

Løgreglan sigur, at telefonin hevur ringt fleiri ferðir, tí at vandi er fyri leystum tilfari á byggiplássum av ymsum slagi og so hevur verið neyðugt at bjarga tí, so at tað ikki gjørdi skaða. Í onkrum føri varð ringt tvær ferðir at boða frá leysum tilfari á sama byggiplássi. Trampolinir eru ein afturvendandi trupulleiki um heysti, tí fólk tryggja tær ikki, tá ið stormarnir koma og tvær ferðir mátti bjargingarfólk av húsum at bjarga trampolinum, sum vóru farnar á flog, so at tær ikki gjørdu skaða.

 

Løgreglan sigur eisini, at tvær ferðir slitu bátar, ein í Havn og ein norðanfyri byrgingina í Haraldssundi. Men løgreglan leggur afturat, at hóast allar hesar fráboðanirnar, eru ikki teir stóru skaðarnir hendir. Annars var lokið á eini runsbingju eisini við at ríva seg leyst.