Fyri viku síðani sást Asbjørn Senior fara av Vági og til fiskiskap. In.fo fekk tá at vita frá reiðaranum, at skipið fór í ES sjógv.
Suðurrás veit í dag at siga, at Asbjørn Senior var fyrr í vikuni og landaði uml 900 tons til Varðan Pelagic. Tróndur í Gøtu kom inn beint eftir Asbjørn Senior og byrjaði hann at landa beinanvegin tá Asbjørn Senior var liðugur seinnapartin mikudagin.
Asbjørn Senior kom í gjár á Vág og liggur nú við bryggju. Myndin er tikin fyrr í kvøld í Vági.