Nógvur svartkjaftur á Havsbrún í Fuglafirði

Eisini hesa vikuna hava fleiri uppsjóvarskip landað svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði.

Seinastu tíðina er rættiliga nógvur svartkjaftur landaður til Havsbrún í Fuglafirði.

 

Trýstið á landingarskipanina hevur verið so stórt, at skip hava bíðað upp í fleiri dagar eftir landingartørni.

 

Á Havsbrún í Fuglafirði siga tey, at fýra skip hava landað og fara at landa svartkjaft hesa vikuna.

 

Skipini eru Fagraberg við 2300 tonsum, Katrin Jóhanna við 1200 og Norðingur við 1900 tonsum.

 

Í gjár skiftu vit orð við skiparan á Ango, Hera Godtfred. Hann segði, at teir liggja í Havn og bíða eftir landingartørni.

 

- Vit sleppa at landa í Fuglafirði hósdagin, segði skiparin.

 

Hetta er annar svartkjaftatúrurin hjá Ango í ár, og henda túrin hava teir 1200 tons, vita tey á Havsbrún at siga.