Køld luft streymar framvegis inn yvir Føroyar av norðri og útnyrðingi. Seint mánadagin kemur eitt brúgvalag inn yvir Føroyar av vestri, og síðani verður veðrið mildari og óstøðugari veður við meiri vindi.
Í dag verður fyrst eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, men út á dagin øtlar hann vindin upp í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men út á dagin verður skýggjað. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Um kvøldið øtlar hann vindin upp í hvassan vind til skrið av suðri, 15 til 20 m/s, og tað verður regn av vestri. Hitin millum 3 og 6 stig.
Týsdagin verður hvassur vindur upp í skrið av suðri, 15 til 20 m/s, sum snarar í ein útsynning og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn ella seinni ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig. Um vøldið verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, sum snarar í ein útsynnning og útnyrðing, 13 til 18 m/s. Fyrst regn, seinni ælaveður og vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 stig.
Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælvaður, møguliga sum vátaslettingur ella heglingur, og hitin millum 2 og 6 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin snarar í ein útnyrðing og makar nakað. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur og hitin millum 1 og 5 stig.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útsynning og vestan og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, seinni ælaveður og samdrigið. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið go 3 hitastig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig.