Seinastu mátingar hjá Landsverk vísa, at tað er rættiliga nógvur vindur kring landið, og ávarar stovnurin bilførarar um nógvan vind á átta ymiskum støðum kring landið.
Fýra av teimum støðunum eru í Eysturoynni. Á Gjáarskarði er hvassur vindur, í hvirlunum upp til 29 m/s, á Kambsdali er andøvsgul, í hvirlunum upp til 25,4 m/s, á Gøtueiði er hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26.2 m/s og við Norðskálatunnilin er andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s.
Á Suðuroynni boðar Landsverk frá, at nógvur vindur er á Porkerishálsi, har tað er skrið, í hvirlunum upp til 26.6 m/s.
Tey trý síðstu støðini eru á Streymoynni, har stovnurin boðar frá hvøssum stormi á Oyggjarvegnum, í hvirlunum upp til 35.1 m/s, meðan ávara verður eisini um vegin við Velbastaðháls, har tað er hvassur vindur, í hvirlunum upp til 29.4 m/s og Streymnes, har tað er stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 26,2 m/s.
Sambært norsku veðurstovuni YR, so minkar vindurin um áttatíðina í kvøld.