Nógvur vindur er um alt Føroyar í løtuni og onkustaðni leikar heilt hart á í hvirlunum.
Á Høgareyni er stormur, 21 til 24 metrar um sekundið, og í hvirlunum upp í 32 metrar um sekundið. Í Porkeri eru 14 til 17 metrar um sekundið, í hvirlunum upp til 26 metrar um sekundið.
Í Mykinesi og við Velbastaðsháls eru 17 til 20 metrar um sekundið, men í hvirlunum upp í 25 metrar um sekundið við Velbastaðsháls og 29 metrar um sekundið úti í Mykinesi.
Í Oyndarfirði eru átta til tíggju metrar um sekundið, men í hvirlunum upp í 27 metrar um sekundið.
Landsverk boðar eisin frá, at á Gjáarskarði og Norðadalsskarði er ikki nógv vindur í løtuni, eini fimm til sjey metrar um sekundið, men at hvirlurnar eru sera harðar, heilt upp í 28 metrar um sekundið um Gjáarskarð og 30 metrar um sekundið um Norðadalsskarð.
Annars sigur Landsverk, at roknast kann við hálku við Gjáarskarð, á Kambsdali, í Oyndarfirði, í Runavík, við Norðskálatunnilin, í Kaldbaksbotni, við Velbastaðsháls, í Hvalba og á Fámjinsvegnum.