Javnaðarflokkurin
---
Tað líkist ongum, at fólk skulu rinda fyri at hava lønar- og eftirlønarkonto í bankanum. Tað sigur Javnaðarflokkurin, eftir at Bank Nordik í morgun boðaði frá, at tað framyvir fer at kosta 20 kr. mánaðarliga fyri hvørja opna konto.
Javnaðarflokkurin kannar í løtuni møguleikan fyri at leggja uppskot fyri tingið, so tað verður bannað bankunum at taka gjøld fyri at hava lønar- og eftirlønarkontur.
Av tí, at tað er lógarkrav, at allir løntakarar hava konto í góðkendum peningastovni, eigur tað sjálvsagt ikki at kosta nakað at fáa hendur á egnum peningi, sigur Javnaðarflokkurin.
Tá ið samtíðarskattaskipanin kom í gildi í áttatiárunum, varð kravt, at allir løntakarar skulu hava konto í góðkendum føroyskum peningastovni.
So leingi føroyskir løntakarar onki alternativ hava til at vera kundar hjá privatu bankunum, kann landið ikki góðtaka, at fólk verða kravd eftir gjaldi fyri at hava eina konto, heldur Javnaðarflokkurin.