Nokta at landa makrelin í Føroyum

Fara føroysk skip at fiska makrel undir Føroyum við bíligari útlendskari manning, fara arbeiðarafeløgini at forða fyri, at tey sleppa av við fiskin í Føroyum.

Tað staðfestir Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Samtak hevur boðað frá í morgun, at føroyskur makrelur skal skapa arbeiði til føroyskar hendur.

Í Samtaki leggja tey dent á, at tey hava onki ímóti útlendskari manning. Men tey vilja ikki góðtaka sosiala dumping og tískil vilja tey heldur ikki góðtaka, at skip fáa útlendska manning umborð fyri lægri hýru enn føroyska manningin fær.

Í tí liggur eisini, at eru tað skip, sum fara at fiska makrel við bíligari útlendskari manning, fara tey ikki at sleppa av við fiskin í Føroyum.

Øll arbeiðarafeløgini í landinum eru limir í Samtaki og tað er Føroya Fiskimannafelag eisini.

Og Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagi hava eisini boðað frá, at verður undirlønt, útlendsk manning umborð á føroyskum skipum, fer øll tann føroyska manningin samstundis í land.