Nokta at verða tikin av ræði av Kristinu Háfoss

Kommunurnar siga kortanei til at laga sínar íløgur til eitt rokniark hjá Kristinu Háfoss

Landið kann ikki krevja, at kommunurnar lækka íløgurnar og raksturin, samstundis sum at tær yvirtaka tyngstu økini. Hetta er at blása og hava mjøl í munninum.

 

Tað sigur Kommunufelag Føroya.

 

Tað, tey sipa til, eru fráboðanirnar frá fleiri politikarum í samgonguni um, at íløgurnar hjá landinum og kommununum skulu samskipast fyri at fáa skil á búskapin.

 

Tað nyttar einki, at landið tálmar sínum íløgum, tá ið kommunurnar gera, sum tær vilja, er áskoðanin hjá politikarum í samgonguni.

 

Men kommunufelagið sigur, at tær íløgur, kommunurnar gera, eru fyrst og fremst eitt mál millum kommununa og hennara borgarar.

- Hetta er fólkaræði á staðnum og hesa fólkaræðisligu skipan eigur landsstýrið at virða.

 

- Raðfestingarnar í kommununum skulu ikki lagast eftir einum rokniarki í Fíggjarmálaráðnum, men hinvegin vera í samsvari við ynski borgarans. Hetta er ein avgerandi fyritreyt fyri menning kring alt landið, sigur kommunufelagið.

 

Felagið sigur, at tað er landið, sum hevur trupulleikan, tí hesi næstu árini skal landið gera stórar íløgur.

 

- Eftir íløguætlanini hjá landinum, fara íløgurnar hjá landinum at veksa fram til 2018, tá ið tær verða 730 milliónir, fyri síðani at minka niður um 250 milliónir í 2022.

 

- Hetta mugu sigast at vera sveiggj, sum muna. Íløgurnar hjá kommununum fara hinvegin at vera rættiliga støðugar øll hesi árini, uml. 300 til 400 mió. kr. – hóast kommunurnar hava yvirtikið stór málsøki frá landinum, sigur kommunufelagið.

 

Trýst HER og les meiri um, hvussu Kommunufelagið metir støðuna