Amin Younes hevur verið ein av stuðulsleikarunum hjá Ajax, men nú sær út til at hann hevur spælt sín seinasta dyst fyri besta liðið har hann ikki longur er væl við venjaran og eisini hevur fingið fleiri fjepparar ímóti sær.
Orsøkin er, at hann í einum dysti ímóti Heerenveen fyrr í hesum mánaðinum noktaði at lata seg innskifta, tá ið venjarin, Erik ten Hag, sendi boð eftir honum á bonkinum.
24 ára gamli Amin Younes, sum eisini spælir við týska landsliðnum, sigst vera ónøgdur við støðuna í Ajax eftir at eitt skifti til italska Napoli fór í vaskið í januar. Atburður hansara fær nú avleiðingar fyri hann.
Ajax-venjarin hevur nevniliga tikið avgerð um, at Amin Younes skal spæla við eykaliðnum restina av kappingarárinum.
- Vit hava einans brúk fyri leikarum, sum geva seg 100% fyri Ajax, og hesa kensluna fái eg ikki frá Amin Younes, sigur Erik ten Hag við heimasíðuna hjá felagnum.
Hendingin, har Amin Younes noktaði at lata seg innskifta, sæst á sjónbandinum HER.