Hægstirættur noktar eini danskari kvinnu at ættleiða tvíburar, sum ein ukrainsk lánsmóðir hevur føtt. Maðurin hjá donsku kvinnuni er pápi børnini.
Tað eru skjótt sjey ár síðani, at tann ukrainska kvinnan átti tvíburarnar. Frammanundan var lánsmóðirin vorðin við barn við ísáing, og eftir føðingina fluttu børnini til Danmarkar við danska parinum.
Danski maðurin er lívfrøðiliga pápi tvíburarnar, og tí er hann viðurkendur av donsku myndugleikunum sum pápi børnini.
Men kvinnan fekk nei.
Atlitið til børnini hevur talað fyri, at danska kvinnan skuldi sleppa at ættleiða børnini. Hinvegin hevur talað ímóti, at tann ukrainska kvinnan eftir øllum at døma hevur fingið gjald fyri at vera lánsmóðir.
Bæði Statsforvaltningen, Ankestyrelsen og bý- og landsrætturin hava noktað kvinnuni at ættleiða. Harvið er dómurin í Hægstarætti ein staðfesting av dóminum í landsrættinum.
/ritzau/
Ein ukrainsk lánsmóðir átti í 2013 tvíburar fyri eini donsk hjún. Danski maðurin er lívfrøðiiga og løgfrøðisliga pápi, men danska kvinna hevur fleiri ferðir fingið noktað viðurkenning sum mamma. (Arkivfoto) - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix