Nokta nú skipum hjá Sea Shepherd til Føroya

Í næstum fer Poul Michelsen at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta

Nú skal tað bera til hjá føroyskum myndugleikum at nokta útlendskum skipum, at koma inn um 12 fjórðinga fiskimarkið í Føroyum.

 

Tað fer Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um.

 

Her er talan um talan um útlendsk skip, sum á ein hvønn hátt ikki lúka tey krøv, ið verða sett í altjóða sáttmálum, ella skip, sum bróta føroyska lóg og føroyskar kunngerðir, eitt nú um trygd á sjónum.

 

Hóast talan er um eina almenna lóg, ásannar landsstýrismaðurin, at tað serliga er virksemið hjá Sea Shepherd í Føroyum, sum hevur skundað undir, at hendan lógin verður løgd fram.

 

Longu í dag kann Sjóvinnustýrið seta skipi siglingar- og havnabann, um ávís viðurskifti gera seg galdandi, men kortini verður verður mett, at í onkrum førum kann tørvur verða á, at myndugleikarnir kunnu nokta útlendskum skipi at koma inn um grundlinjuna ella inn um 12 fjórðinar, sigur Poul Michelsen í uppskotinum.

 

- Heimildin kann verða nýtt í førum, har útlendsk skip ikki yvirhalda reglur viðvíkjandi trygd á sjónum og verju av umhvørvinum, sigur hann.

 

Hann vísir á, at lógir og reglur um trygd á sjónum, eru galdandi fyri úlendsk skip í føroyskari havn ella í føroyskum sjóøki.

 

- Harvið skulu útlendsk skip, sum koma í føroyskt sjóøki, lúka øll krøv sambært føroyskari lóggávu um trygd á sjónum.

 

Hinvegin skulu atlit takast at altjóða sáttmálum og reglum, sum føroyingar hava bundið seg til at halda, og atlit skulu eisini takast til reglurnar um, at eitt eitt inntriv skal ikki vera meiri víðfevnt enn neyðugt.

 

Men nú fáa føroyskir myndugleikar so betri heimild at seta tiltøk í verk, tá ið útlendsk skip, sum sigla í føroyskum sjóøki, ikki halda reglur í altjóða sáttmálum og í føroyskari lóggávu, og harvið kunnu vera ein vandi fyri trygdina á sjónum.

 

- Eitt nú kann ásetingin verða brúkt, um eitt skip ikki hevur tey neyðugu loyvisbrøvini, ella skipið verður mett at vera til vanda fyri umhvørvið ella til vanda fyri skipaferðsluna annars.