Noktaðu sjúklingi hjálp

Russisku myndugleikarnir noktaðu at hjálpa einari kvinnu, sum bleiv sjúk umborð á einum SAS-flogfari, meðan tað fleyg yvir russiskum øki

Flogfarið var á veg úr Bangkok til Keypmannahavnar, tá ein kvinna av teilendskum uppruna gjørdist sjúk. Flogfarið var í russiskum loftrúmi, og flogskiparin gjørdi av at lenda í Moskva, so kvinnan kundi fáa hjálp.
Í floghavnini kom ein russiskur lækni umborð á flogfarið. Men tvey umboð fyri myndugleikarnar komu eisini umborð á flogfarið, og teir sýttu fyri at lata kvinnuna sleppa á sjúkrahús, tí hon hevði ikki innferðarloyvi. Sambært SAS vildu hægri myndugleikar heldur ikki hjálpa kvinnuni.
Tískil noyddist flogfarið avstaðaftur. Í Keypmannahavn varð kvinnan alt fyri eitt flutt á sjúkrahús.
SAS sigur, at felagið ætlar sær ikki at góðtaka framferðina hjá russisku myndugleikunum, og at málið verður tikið upp á hægri staði.