Noktaðu seg sek

Tey seks Sea Shepherd fólkini, sum vóru fyri rættinum í morgun, noktaðu seg sek.

Tey seks Sea Shepherd fólkini, sum vóru fyri rættinum í morgun, noktaðu seg sek í ákæruni um, at hava lagt uppí eitt lógligt grindadráp.

 

Ákæran móti teimum er, at tey hava órógva almenna reglulagið og at hava roynt at forða fyri einum grindadrápi, við at renna út í vatnið, larma og sláa á metallrør í eini roynd at fáa hvalin at venda, hóast tey vóru biðin um at fara úr økinum.

 

Tey noktaðu seg sek í ákærunum. Tað gjørdist skjótt greitt undir vitnishoyringunum av teimum seks, at tey høvdu fingið boð um, hvørjum spurningum tey skuldu svara og ikki. Tey játtaðu øll seks, at tey høvdu verið á sandinum, tá grindin varð rikin inn. Tey játtaðu eisini, at tey høvdu verið úti í vatninum og roynt at bjarga hvalunum.

 

Men tá ákærin vildi hava tey at greiða frá, hvat tey høvdu gjørt fyri at bjarga hvalunum, svaraðu tey einans: “Vit eru her fyri at bjarga hvalunum.” Tá ákærin spurdi, um tey høvdu larma, fyri at fáa grindina at venda, var svarið einans: “Vit eru her fyri at bjarga hvalunum.” Tey høvdu verið á sandinum, nøkur teirra høvdu tikið myndir og video, men annað høvdu tey ikki gjørt, søgdu tey.

 

Ákærin royndi at staðfesta, hvørt tey vóru farin inn á frámerkt grindaøki. Sea Shepherd fólkini vildu vera við, at einki var frámerkt, tá tey komu, og í hesum fingu tey eisini stuðul frá Karl Vidtfeldt, ið eisini var innkallaður sum vitni. Hann segði, at tey vóru komin oman á sandin, innan økið var vorðið frámerkt.

 

 

Tey seks fólkini, millum 24 og 40 ára gomul, koma úr Suður-Afrika, Spania, Frankaríki, Italia og Mexico.