Noktar at samstarva við Fólkaflokkin

Javnaðarflokkurin fer ikki aftur í samgongu við Fólkaflokkin so leingi, eg eri formaður.

Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, púra greitt á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.

Hann minti á, at hann hevði boðað frá í heyst, at Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkinum, við honum sum formanni.

- Har standi eg rimmar fast, slóð hann rimmarfast fyri hægsta myndugleika hjá flokkinum í morgun

Orsøkin til tað er púra greið.

- Meðan Fólkaflokkurin arbeiðir ímóti, at allir føroyingar skulu hava javnbjóðis rætt at virka í okkara fiskivinnu, og er ímóti at okkara ovurstóra náttúruríkidømi skal koma øllum føroyingum til góðar, vilja vit tað mótsatta.

- Meðan Fólkaflokkurin vil hava stórar skattalættar til tær hægstu inntøkurnar, meðan tey, ið ikki hava so nógv, sleppa at sigla sín egna sjógv, vilja vit fyrst og fremst geva teimum á niðastu rók ein lætta í gerandisdegnum.

- Meðan Fólkaflokkurin vil einskilja almennar vælferðartænastur, og arbeiðir miðvíst at niðurlaga samhaldsføstu vælferðarskipanirnar, vilja vit styrkja hesar vælferðarskipanir.

- Meðan Fólkaflokkinum vil minimalstatin, har einhvør er sær sjálvum næstur, vilja vit eitt samfelag, har vit ikki bara taka ábyrgd av okkum sjálvum, men har vit eisini taka ábyrgd av hvørjum øðrum.

Aksel V. Johannesen sigur, at tað er meiningsleyst hjá Javnaðarflokkinum at fara í samgongu við ein flokk, sum ”ynskir okkara hugsjón har piparið grør”, sum hann tók til.

Tað var týðiligt, at hetta var ein boðskapur, fundarfólkið tók so dyggiliga undir við.

Hann staðfestir, at Javnaðarflokkurin við styrkja samhaldsfestið í samfelagnum, har ríkidømið verður býtt soleiðis, at øll kunnu hava rímilig kor.