Randi Jacobsen
Mánamorgunin fór Føroya rættur undir at viðgera revsimálið móti 33 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri at hava dripið og beint fyri líkinum av Dánjal Peturin Hansen.
Seinasta lívsteknið frá Pidda kom klokka 03.31 4.november í fjør, tá ið hann endaði eina telefonsamtalu við ein vinmann.
Tann ákærdi maðurin var róligur í rættinum, og hann noktaði seg sekan í øllum ákærum, sum reistar eru móti honum.
Men hóast líkið av Pidda framvegis ikki er funnið, er ákærin sannførdur um, at tann 33 ára gamli maðurin er sekur.
Hann hevði motiv til at gera tí, tí fleiri ábendingar eru um, at ætlan hansara var at yvirtaka húsini, sum Piddi búði í.
Haraftrat eru ymiskir lutir hjá Pidda, eitt nú telefonir, pass, klæðir og seingjarklæðir funnin á bústaðnum hjá tí ákærda manninum.
Sárt
Sjálvt um tað er hart og sárt hjá skyldfolkunum hjá Pidda at skula hoyra um málið í rættinum, hava tólv skyldfólk valt at sita í Dómhúsinum og lurta. Foreldur, systkin og onnur.
Tey vilja hava at vita, hvat er hent.
Nógv stóð á hjá fleiri teirra, tá ið ákærin mánadagin greiddi frá gongdini í málinum, kanningar og vísti myndir tiknar í húsunum hjá Pidda, tí har var so nógv blóð á myndunum.
Tað hevur undrað fólk, hví tað skuldi ganga eitt heilt ár til málið kom fyri rættin, men sum ákærin greiddi frá teimum umfatandi kanningunum, er lættari at skilja, hví arbeiðið hevur verið so tíðarkrevjandi.
Kanningararbeiðið bleiv ikki lættari av, at tann ákærdi alla tíðina hevur noktað seg sekan, er komin við ymiskum frágreiðingum, og líkið ongantíð er funnið.
Tað kann vera torført at skilja, at ákræuvaldið í fyrsta lagi hevur ákært mannin fyri manndráp, og í øðrum, triðja og fjórða lagi hevur skuldsett hann fyri at hava medvirkað til manndráp, kanska saman við øðrum, at hava lagt á Pidda, sum doyði av tí og fyri at hava medvirkað til harðskapin og kanska saman við øðrum.
Skal ikki sleppa undan
Tað er ikki tí, at ákæruvaldið ivast í, at tann ákærdi hevur dripið, men vit noyðast at taka hasi fyrivarnini, um nú tann ákærdi kemur fram við, at onnur vóru við, ella kemur við eini frágreiðing, hvat hendi. Um hann bara hevði verið ákærdur fyri einsamallur at hava dripið, og hann ikki kann dømast fyri tað, hevði hann verið frídømdur, segði ákærin Linda Hesselberg í rættinum.
Hon legði nevningunum eina við, hvat tey serliga skulu hava í huganum.
Kanningarnar hava verið sera umfatandi. Tey hava kannað telefonir og teldur, gjørt umfatandi kanningar á bbústaðnum hjá Pidda, hjá tí ákærda og heima hjá kvinnuni, sum Piddi var giftur við og kom saman við tí ákærda manninum.
Haraftrat varð leitað í vikuvís og í fleiri umførum nógva staðni í Eysturoynni og í Norðoyggjum. Leitað varð bæði á sjógvi og á landi, og í hesum leitingum luttóku bæði fólk, tyrlur og hundar.
Verjuleysur maður
Nógvar DNA kanningar eru gjørdar av blóði alla møguliga staðni.
Linda Hesselberg segði, at tann ákærdi hevði sum motiv, at hann ætlaði at yvirtaka húsini, sum Piddi búði í, men sum fyrrverandi kona hansara var tinglýsti eigarin av.
Hon segði eisini, at Piddi hevur verið verjuleysur, tí hann var drukkin, og kanska var hann sovnaður. Ákæruvaldið ivast ikki í, at Piddi doyði heima hjá sær sjálvum.
Tann ákærdi hevur ikki dugað at greitt frá, hvar hann var ta náttina, sum vissa er fyri, at hann var á lívi.
Eftirlýstur
Málið kom upp í hendurnar á politinum, tá ið ein skyldmaður fýra dagar eftir, at hann sambært politinum seinast var sæddur, ringdi og boðaði frá, at Piddi var horvin.
Skyldmaðurin helt, at Piddi helst var fallin í drukk onkrastaðni. Hann skuldi um morgunin verið møttur í arrestini at sita ein dóm, men var ikki møttur.
Í fyrsta umfari var hetta fyri politiið eitt mál um ein saknaðan persón,
Slík mál eru ofta, eitt nú tá ið fólk ikki møta upp til eitt flogfar ella til Norrønu, sum tey hava ferðaseðil til.
Gjøgnum Føroya Tele fekk politiið at vita, at Piddi hevði tosað í telefon í 19 minuttir við ein vinmann 4. november í fjør.
9. november varð hann eftirlýstur, og heitt varð á allar politipatruljurnar um at hava eyguni viåð sær, um Piddi var at síggja nakrastaðni.
Peningastovnarnir vórðu spurdir, og staðfestast kundi, at hann seinnapartin 3. november hevði verið í Norðoya Sparikassa og tikið pening út.
Mamma Pidda hevði verið á hurðini hjá soninum, men har var bæði læst og myrkt.
Passið var vekk
9. november fór politiið inn í húsini. Har lá einki bræv, men politiið fann ein svartan pengapung við visakorti í, koyrikorti og passi hjá konuni og nøkrum børnum. Men passið hjá Pidda var ikki har.
Ákærin nevndi, at fartelefonin hjá Pidda var tendrað aftur 9. november, men varð sløkt aftur. Tá ið telefonin var tendrað, var hon á leiðini við Gøtu.
Politiið frætti í teimum døunum frá umleið 300 fólkum, sum antin høvdu søgdu seg hava sæð Pidda, ella tey høvdu onkrar tankar um, hvar hann kundi vera at finna.
Allar hesar upplýsingar vórðu eftirkannaðar, eisini upplýsingar frá fólki, sum søgdu seg hava evni til at ”síggja”.
Heima hjá Pidda varð funnin ein posi við seks ølum, og polistarnir hildu, at tað, sum var á posanum var blóð. So var.
12. november small tann nú ákærdi maðurin og fór á Landssjúkrahúsið. Frammanundan hevði atburður hansara verið heldur løgin, hava fólk greitt politinum frá.
Tá fekk politiið illgruna til tann nú ákærda mannin.
Politiið tosaðði eisini við ein hýruvognsførara, sum 3. november hevði verið heima hjá Pidda og etið nátturða saman við honum.
- Hann er tann seinasti sum eftir fatanini hjá politinum seinast hevur sæð Pidda, segði ákærin.
Frá eftirlýsing til drápsmál
12. november fór málið frá at vera ein leiting til kanning av einum drápsmáli.
Dagin eftir varð tann ákærdi avhoyrdur á Landssjúkrahúsinum. Hann skilti álvaran og læt politinum fáa telefon sína. Fyrst vildi hann tó sleppa at ringja til arbeiðsplássið at boða frá, at hann ikki kom til arbeiðis dagin eftir. Tað slapp hann.
Áskærin legði dent á, at als eingin illgruni var til fyrrverandi konuna og táverandi unnustuna hjá tí nú ákærda manninum. Einki illgrunasamt var at finna í hennara teldu ella telefon, á bústaðinum ella í bilinum, hon koyrdi við.
15. november varð maðurin aftur avhoyrdur við tulki, tí maðurin var útlendingur. Tað kvøldið varð hann kannaður á Landssjúkrahúsinum, og ymisk prus sóust á herðablaðnum og hondum hansara.
Dagin eftir varð hann varðhaldsfongslaður.
Og so vórðu boð send eftir kriminalteknikarum úr Danmark.
Óhugnaligt hús
Í rættinum vórðu vístar sterkar myndir tiknar í húsunum, har Piddi búði.
Bóð og leivir av blóði vóru at finna allastaðni, í kamarinum, í songini og á gardinunum, í gongini, baðirúminum og ymsa staðni út í bilhúsið. Øll seingjarklæðini vóru burtur.
Í bilhúsinum stóð ein spann við blandi av vatni, sápu og blóði í.
Tað var týðiligt, at har var vaskað, og ein sápudunkur stóð eisini í gongini. Uttan fyri kamarshurðina stóð ein moppa.
Men illa var vaskað, og haraftrat bar til at framkalla blóðleivdirnar, tí blóð hvørvur ikki so.
Nógv blóð var eisini at finna í bilinum, sum tann ákærdi plagdi at koyra í, við øskubikari, á girstongini, á forsetrinum og aðrastaðni.
Tá ið bilurin var kannaður aftur tveir mánaðir seinni, var nakað moðið at síggja á forsetrinm. Tað var av blóði.
Nærri kanningar vístu blóð á síðurútinum og undir loftinum, og seinni varð blóð at finna innan fyri nummarpláturnar, sum høvdu verið tiknar av.
Baksetrið tikið úr
Baksetrið var ikki í bilinum. Tann ákærdi hevði sagt politinum, at tað lá uttan fyri húsini, men har var tað ikki. Tað varð funnið í hjalli hansara. Har var eisini blóð av Pidda at finna.
Ákærdi greiddi frá, at vitni høvdu sæð ákærda vaska bilin.
Tann nú ákærdi maðurin var við, tá ið bústaður hansara á Nesi varð rannsakaður.
Í stovuni vór funnir einir skógvar, og fótasporini av teimum samsvaraðu við spor funnin heima hjá Pidda.
Í hjallinum vórðu funnin fleiri blóðug klæðir.
Seingjarklæðini hjá Pidda vóru ikki í heiminum í Runavík, men tá ið rannsakað varð á nesi, varð har funnið eitt dýnuvor, og í tí vóru bæi dýna, koddar og lak alt fult av blóði. Pannan varð somuleiðis funnin við blóði av Pidda á.
Ein jakki hjá ákærda varð somuleiðis funnin við hansara egna blóði á.
Tann ákærdi hevur sagt politinum, at hann ongantíð hevði tosað við Pidda, bara borið eyga við hann.
8. desember í fjør varð tann ákærdi maðurin avhoyrdur, og tá segði hann nakað, sum politistarnir hildu vera so álvarsligt, at teir hildu mannin skula hava advokat hjá sær.
Peikaði á Norðoyatunnilin
Men tá ið hann skuldi avhoyrast aftur nakrar dagar eftir, vildi hann einki siga.
Ákærin vildi ikki greiða frá út í æsir, hvat henn hevði sagt, men tað var nakað um, at hann hevði sæð blóð í Norðoyatunlinum.
Tí varð farið at leita í Norðoyatunlinum, har blóð av Pidda var funnið. Fólk frá Landsverki komu eisini fram á ein skógv, sum Piddi hevði átt.
Telefonin hjá Pidda var ikki at finna nakrastaðni, men okkurt fekk politiið til enn eina ferð at fara at leita eftir telefonini.
Átta politistar fóru avstað, og teir byrjaðu allir at leita í húsunum á Nesi.
Uppi á bitanum i kjallaranum á Nesi vórðu tvær telefonir hjá Pidda funnar, og har lá eisni pass hansara. Fyri at kanna kjallaran nærri, varð øll bjálvingin tikin niður.
Í tveimum umførum vórðu umfatandi leitingar gjørdar í Nes haga. Tað kom av, at tann ákærdi hevåði sagt við tveir politistar, at hann visti, hvar Piddi lá grivin. Hann teknaði, hvar tað varð.
Leitað varð fyrru ferð við tveimum hundum og seinnu ferð við fýra hundum, men einki varð funnið.