Noktar seg sekan í neyðtøku

Men játtar seg sekan í øðrum ákærum

21 ára gamli maðurin er ákærdur fyri neyðtøku, neyðtøkuroynd og fyri at hava samlegu við tvær gentur, sum vóru yngri enn 15 ár. Tað skrivar Kringvarpið.

 

Í einari ákæru er maðurin ákærdur fyri minst fimm neyðtøkur. Tá er talan um somu gentu. Tríggjar av teimum fýra gentunum, sum hann er ákærdur fyri at hava neyðtikið, vóru 13 ella 14 ára gamlar. Genturnar, sum hann ákærdur fyri at hava samlegu við, vóru 12 og 14 ár.  Maðurin er eisini ákærdur fyri blygdanarskemd, fyri at filma eina gentu og fyri at lata øðrum ritalin.

 

Lesið meira hjá kvf.fo