Nólsoyar Páll til heiður og æru fyri ólavsøku

Tórshavnar kommuna, sum dagin eftir seinasta býráðsval feldi standmyndina av Nólsoyar Páll, sum í fjórðingsøld hevði staðið í Vágsbotni, lovar nú, at hann stendur uppi aftur fyri ólavsøku.

– Nólsoyarpáll skal standa leysur úr landi á einum tilgjørdum basaltfundamenti í Vágsbotni. Botnurin undir standmyndini verður hevjaður nakað, og síðani verður ein gongu- og uppihaldsbrúgv úr timbri bygd út um standmyndina, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur samráðst við EYA Arkitektar og myndhøggaran, Hans Paula Olsen, um verkætlanina. Føroya grótvirki og Articon útføra arbeiðið.

 

Fyrsti partur av verkætlanini, við hevjaða botninum og sjálvari standmyndini verður liðugt áðrenn Ólavsøku.