Nomadan fann heim

Ein serliga vøkur og melankolsk løta saman við Líggjasi Olsen. Ein masterclass í kunstinum at fáa maksimalt burturúr minimalismu.

Við einum aukustiskum klaverið í miðdeplinum, umgyrgt av ljómborðum, trummum og slagverkum, tóku Frostfelt ræði á teimum fáu, sum høvdu hætta sær ein túr á Spæliplássið í sirminum. Hesin bólkur, sum kanska ikki enn hevur fingið fastatøkur á føroysku tónleikasálini, hevði eina sterka framførslu fyri á einum hálvtómum spæliplássið. Manningin í bólkinum er sterk, og limirnir hava hjúklað um smálutirnar, og útsetingarnar vóru neyvt lagdar til rættis. Allur tónleikurin hevði Líggjasa droymandi, melankolska huglag sum snúvningspunkt, og tað er altíð ein frægd at hoyra ein bólk, sum (tilvitað ella ikki) tvíheldur um eitt konsept. Hetta ger teg sum áhoyrara tryggan, og gjøgnum framførsluna fatar tú meira og meira, og tú hevur møguleikan at verða drigin djúpri og djúpri inn í tónlistarliga universi hjá bólkinum.


Nomadan

Vit kenna Líggjas Olsen sum ein av oddafiskunum í gamla føroyska tónlistarliga mastodontinum Deja Vu. Her sleyt hann sínar tónlistarligu barnaskógvar, og tað var í hesum samanhangi, at argjamaðurin vann sær virðing sum tónleikari í Føroyum. Deja Vu fór í søguna í byrjanini av 2000unum, og síðan hevur Líggjas verið ein tónlistarlig nomada. Hann hevur gjørt nøkur sprell, stóð seg millum annað væl í Singer/Songwriter kappingini í 2011, og fór samstundis undir at framdyrka konsepti við Frosfelt. At maðurin hevur gávur sum fáur, ivast ongin í. Tað hevur bara verið sum um, at hann ikki fann rætta samanhangin, har hann av álvara slapp at spíla seg út. Men nú tykist vend vera komin í. Frostfelt framførslan á G! Spæliplássinum leygarkvøldið bar boð um, at nomadan hevur funnið eitt heim, her hann kann húsast og grógva.


Løgini, ið Líggjas skrivar, eru at kalla melodiskar ramsur, ið koyra í ring. Umaftur og umaftur. Løgini og rødd hansara hava eina nátúrliga melankoli, og tú hómar alla tíð ein ávísan longsul í hansara tónleiki. Eg skal ikki gera meg klókan uppá, hvat tað er ið Líggjas longist eftir, men í Frostfelt verður longsulin (sum tónleikurin er bygdir á) forloystur og effektiviseraður. Bólkurin framførir við einari delikatari javnvág millum tað heilt einfalda og tær lítlu eksplosjónirnar, sum fáa ein at frøast um tann fullkomna vakurleikan, sum tónleikurin hjá Frostfelt borðreiður við. Bólkurin fær ótrúliga nógv burturúr tilfeinginum, sum melodisku ramsurnar jú eru.


Sum oddamaður í bólkinum er Líggjas á ein hátt nørdutur, og tykist lítillátin. Men maðurin stýrir huglagnum í tónleikinum fult og heilt, og tað er ongin ivi um, at hendan persónligheitin tykiskt sum stoypt til bólkin. Ein sera vøkur og sannførandi framførsla av Frostfelt.