Nomi nýggjur stjóri í Vestmanna Skúla

Tað verður 54 ára gamla Nomi Jacobsen, ið verður nýggjur stjóri í Vestmanna skúla. Tað boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag. 

Tað er landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, ið hevur sett Nomi Jacobsen í starv.


Nomi Jacobsen er 54 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 1989, umframt at hon m.a. hevur tikið Diplomútbúgving í sernámsfrøði, skeið í leiðslu og er ávegis við Diplomútbúgving í leiðslu.


Nomi Jacobsen hevur eftir lokna læraraútbúgving øll árini starvast í fólkaskúlanum, fyrstu árini sum einalærari, eitt skifti sum lærari og síðan fyri tað mesta sum fyrstilærari. Hon hevur m.a. verið fyrstilærari í Norðskála-Oyrar Skúla síðan 2010 og fram til januar í ár, tá hon var sett sum virkandi skúlastjóri í Vestmanna Skúla.


Nomi tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna Skúla 1. augustm.