Sum kunnugt helt Norðurlendska Tónleikanevndin, Nomus, á fyrsta sinni í tríatiseks ára søgu nevndarinnar, fund her á landi í undanfarnu viku. Umframt tíðindafundin, skipað varð fyri í Norðurlandahúsinum, hevði Nomus-nevndin, við føroyska liminum, Brandi Øssurssyni, almennan fund í Útvarpi Føroya seinnapartin tórsdag í farnu viku.
Sambært Brandi Øssurssyni og íslendska Ingvari Jónassyni, nevndarlimum í Nomus, vóru eini 15 fólk á hesum fundi. Á fundinum varð greitt frá virksemi nevndarinnar, eins og luttakandi umboðsfólk hjá føroyskum tónleikalívi kunn aðu nevndina um ætlanir sínar.
Harumframt boðaði Nomus-nevndin frá, at hon játtaði einasta føroyska stuðulsumsøkjaranum á hesum sinni, sangkórinum Glymi, 25.000 krónur, nú kórið ætlar sær á konsertferð til Álands.
100.000 bráðkomnar krónur
Umframt hesa stuðulsjáttan, ið liggur innanvert vanligu virkiskarmarnar hjá Nomus-nevndini, hendi tað stórbæra, at nevndin av sínum eintingum játtaði føroyskum tónleikalívi hundraðtúsund kærkomnar krónur. Tey hepnu í hesum høpi vóru Føroya Tónleikarafelag, ið fekk 35.000 krónur, og Føroya Symfoniorkestur, sum fekk heilar 65.000 krónur.
Virðismikla gávan kemur væl við hjá tónleikarahópunum báðum.
Ætlandi skulu tær 35.000 krónurnar hjá Tónleikarafelagnum nýtast til, í størri mun enn áður, at fáa føroyskt tónleikalív og felagsskapir tess fram í ljósmála á alnótini.
Norðurlendska Tónleikanevndin væntar, at henda telduætlan fer at kveikja lív í norðurlendsku tónleikasambondini og teirra samband við útheimin.
Stóri stuðulin til Føroya Symfoniorkestur er ikki markaður sum so, men verður væntandi nýttur antin til ljóðføriskeyp, ella kanska at rinda onkrum annars ófáiligum dirigenti í sambandi við ávísa framførslu.
___________________________________________________________
Symfoniskur góðbiti í væntu
Føroya Symfoniorkestur og íslendska Symfoniorkestur Áhugaleikara fara í komandi ári at lata seg samanbræða í stórslign-ari framførslu í Føroyum. Gestablíða Helga Hjörvar, stjóri í Norður landahúsinum, boðaði á tíðindafundi í gjár frá, at Norðurlandahúsi stendur tøkt bæði við hjálp og hølum í hesum sambandi. Tiltakið verður væntandi endurtikið í Íslandi í sama líki.