Non-decision making

Hesi orð setti Andras Róin, frá­­far­andi stjóri á Før­oya Tele á føroyskan politikk og før­oysk­ar politikkarar í sein­asta Vikuskifti, tí teir brúka alt ov nógva tíð og orku upp á táp­ulig ting.

Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri

Eg kann ikki annað enn geva honum rætt. Ikki minst hev­­­ur síðsta tíðin prógvað hetta, tá alt hevur verið á gos­­ið, bara tí at tvey orð skulu skoyt­­ast upp í dis­krim­i­na­tións­par­agraffina í revs­i­lóg­ini.
Tað er beinleiðis flóvisligt at lesa og hoyra í fjølmiðlum í øðr­um londum, hvat sagt og skrivað verður um Før­oy­ar. Jú víst eru vit ein kristin tjóð - men tað eru ikki júst tey kristnu virðini, sum eyð­kenna tann part­in av kjak­i­­num. Tað minnir ikki sørt um hugburðin hjá iranska presta­stýrinum. Bara tað at vit í okkara sam­fel­ag - heilt ser­iøst - kjakast um, hvørt land­ið skal stýrast eft­ir Bíbliuni, tað sigur nokk um fólk­a­ræðisliga hugburðin. Eis­­ini tann fordømingin av ho­m­o­seks­uellum frá sjálv­út­nevnd­um kristiligum pol­it­ik­ar­um, sum ikki ein gang sjálvir megna at liva eftir teimum 10 boðu­num.
Sum rosinan í pylsu­enda­num var tað stavnamaðurin hjá Fólkaflokkinum - Føroya størsti non-decision-mak­ing-politikari nakrantíð - sum fekk givið mongum dana kvalma við sínum primitivu sjón­armiðum, sum eru so langt úti, at tað beinleiðis er lands­skaðiligt.
Ellistingmaður Fólkafloks­ins hev­ur sitið á tingi í 32 ár utt­an at hava lagt tað allar minsta íkastið til menningina av sam­fel­agnum. Hann hev­ur ikki røkt eitt einasta á­lit­­is­starv, men bara brúkt kjaft og argað fólk. Nú var hann so »heppin« at hitta út­lendsk miðlafólk, sum ikki vistu, at her hittu tey størsta sjónleikaran á Føroya Løgtingi og ímyndina av einum breyð­pol­iti­kara, sum hev­ur brúkt 32 ár á Føroya Løg­tingi og 19 ár á Fólkatingi til fjant og fjas - og non-decision-making.