At fíggjarliga støðan í AGF ikki er hin besta, er skiftið hjá Michael Nonbo eitt gott dømi um.
AGF tóktist nevnliga ikki at vera áhugað í at leingja sáttmálan við 26 ára gamla miðvallarstríðsmannin, og tí hevur hann ístaðin gjørt sáttmála við Viborg. Sáttmálin verður galdandi frá ársskiftinum, tá sáttmálin hjá Nonbo við AGF rennur út.
Michael Nonbo er annars ein spælari við drúgvum royndum í donskum toppfótbólti. Yrkisleið hansara byrjaði í Næstvæd, har hann spældi 1987 dystir. Í 1996 skrivaði hann undir sáttmála við AGF, og fram til dagin í dag hevur hann spælt 130 dystir við besta liðnum hjá felagnum.