Noomi og Katrin settar í starv hjá FarGen

FarGen hevur sett nýggjan verkætlanarleiðara og nýggjan kunningarsamskipara.

FarGen boðar í dag frá, at tvey nýggj starvsfólk eru sett í starv hjá verkætlanini, ið byrjar aftur av álvara nú.


Nýggi verkætlanarleiðarin fyri analysupartin av FarGen eitur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen. Hon skal standa á odda fyri at fremja arbeiðið at menna ein infrastruktur fyri genom analysu í Føroyum. Verkætlanin byrjar sum skjótast og heldur áfram til juli 2017. Hon skal tryggja at genom sekventeringin verður framd á høgum vísindaligum og fakligum stigi. Hon skal hava leiðsluna av analysu arbeiðinum og luttaka í sjálvum analysu arbeiðinum.


Noomi Oddmarsdóttir Gregersen er PhD í molekylær lívfrøði frá Aarhus universitet og hevur arbeitt á psykiatrisk hospital í Risskov í Aarhus, har hon hevur gjørt genetiskar kanningar av føroyskum sjúklingum við panikkangist og kontrolpersónum. Hon hevur eina bachelor í lívfrøði frá Fróðskaparsetur Føroya og hon er cand. scient í lívfrøði frá Aarhus universitet. Noomi byrjar í starvi hálvan oktober.


Harumframt hevur FarGen sett Katrin Apol í starv sum kunningarsamskipara fyri kunningarpartin av verkætlanina FarGen – genom føroyinga. Nýggi kunningarsamskiparin skal standa á odda fyri kunningarvirkseminum hjá FarGen. Hon skal framleiða neyva og greiða kunning um genomkanningar, til øll, men serliga til luttakararnar, og standa fyri samskiftinum á heimasíðuni. Arbeiðið inniber eisini rekruttering av luttakarum.


Kunningarsamskiparin skal vera liðið millum tey, sum luttaka og kanningartoymið. Millum aðrar uppgávur hjá kunningarsamskiparanum eru at vera við at varpa ljós á fakøki yvirskipað og við upplýsing, tryggja at borgarar og politiska skipanin eru væl kunnaði um verkætlanina og árinini av henni.


Katrin Apol er cand.mag í Medievidenskab. Útbúgvingarstaðurin var Københavns Universitet. Hon hevur arbeitt sum samskiftisráðgevi, verkætlanarleiðari og marknaðarsamskipari. Katrin er væl roynd í kunningarumhvørvinum, og hon hevur m.a. starvast í BankNordik og Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og hon hevur arbeitt í lýsingarstovuni Sansir. Katrin byrjar í starvi 2. November.