Nýbygningurin er 83,50 m. langur og 18,40 m. breiður. Skipið fer at lasta 1400 tons á plattum, tangarnir taka 1250 rúmmetrar av rávøru, og skipið lastar 400 tons av mjøli Í morgin fara 36 fólk úr Føroyum yvir til Chili, har verksmiðjuskipið, sum Kristian Martin Rasmussen og synir hansara lata smíða, verður sjósett og navngivið.
Nýggja skipið, sum verður latið eigarunum til heystar, kemur í flotan fyri gomlu Norðborg, sum skal seljast.
Tey, sum verða við í ferðalagnum úr Føroyum, eru í fyrsta lagi eigarar, familja, løgfrøðilig ráðgeving og fíggingarstovnar.
Einki alment umboð verður við á ferðini.
At skipið nú verður sjósett og navngivið, merkir kortini ikki, at tað er liðugt og klárt til levering. Sambært sáttmálanum verður nýbygningurin latin eigarunum til heystar.
Bogi Rasmussen sigur, at chilenar skipa fyri hátíðarhaldi, tá skip verður sjósett og navngivið, men tá ið skipið seinni verður latið eigarunum, verður einki hóvasták gjørt burtur úr.
- So, tað er nú, at hátíðarhaldið verður, og tað er tí, at vit fara so mannsterk yvir, sigur hann.
Nýggja verksmiðjuskipið verður navngivið mikukvøldið 20. februar, og navnið verður Norðborg.
Nýbygningurin er 83,50 metrar langur og 18,40 metrar breiður. Skipið fer at lasta 1400 tons av frystari vøru á plattum, tangarnir taka 1250 rúmmetrar av rávøru, og skipið lastar 400 tons av mjøli.
Byggikostnaðurin verður einar 250 miljónir krónur.
Bogi Rasmussen sigur, at manningin fer at telja umleið 24, ið er tað sama, sum við gomlu Norðborg.
- Fyrimunirnir við nýggja skipinum eru, at maskin-og framleiðsluorkan eru munandi størri, samstundis sum øll rávøran kann fáast til sættis umborð, sigur hann.