Í fagrasta veðri liggur Norðborg í løtuni á Árnafirði og bíðar. Móttøka verður í djúphavnini í Ánunum kl 14
Tað er ein stórur dagur í Klaksvík, nú størsta og nýggjasta skipið í flotanum, Norðborg, kemur á Klaksvík klokkan 14
Klokkan 14 leggur Norðborg at til hábarsliga móttøku í djúphavnini í Ánunum
Skráin er henda:
1 Klaksvíkar Hornorkestur spælir, meðan skipið leggur at
2 Borgarstjórin heldur røðu
3 SUÐ syngur
4 Røða av skipinum
5 Sangur øll syngja - Klaksvíkar Hornorkestur spælir undir til »Nú leiti eg til tína náði«
6 Klaksvíkar Hornorkestur spælir
7 boðið verður umborð at síggja skipið