Norðborg farin nýggjan túr

Hetta er túrur nrummar 22 í røðini í ár, sum Norborg nú er farin á - og teir lata so væl at, tí hvør hevur verið betri enn annar.

Síðsti túrur var stuttur, bert 14 dagar frá tí teir loystu, til teir bundu aftur, og tá fór nógv tíð í sigling. Hetta er tann túrurin, teir hava fiskað skjótast og fingið mest niður pr. døgn.

Teir høvdu smá 1.400 tons, meginparturin sildafløk, 300 tons av mjøli og 150 tons av lýsi.

Teir vóna at vera aftur í rímiligari tíð fyri jól og eru annars væl nøgdir við fiskiskapin í árinum fram til nú.

Áðrenn farið varð avstað í dag var samkoma umborð, har Jákup Hansen, Rógvi Joensen og Kristian Martin Rasmussen høvdu eitt orð og síðani varð eisini sungið. Teir løgdu skip og manning í Harrans hendur og bóðu eftir einum góðum túri.