Norðborg fram úr gott ár

Verksmiðjuskipið Norðborg eigur ikki meiri kvotu eftir at fiska í ár. Skipið, sum var aftur av sínum seinasta sildatúri fyri umleið 14 døgum síðan við mest sum fullum skipi, hevur annars gjørt eitt sera gott ár í ár.

Jón Rasmussen, skipari, sigur, at Norðborg í ár hevur fiskað í 242 dagar tilsamans, og í hesum tíðarskeiði er veiði-og avreiðingarvirðið heilar 260 miljónir krónur, sum er eitt fram úr gott ár hjá skipi og manning. Til samanburðar kann nevnast, at Norðborg í fjør fiskaði fyri umleið 210-220 miljónir krónur, sum eisini var eitt velduga gott ár.

Skiparin sigur, at tað serliga er makrelurin, sum hevur skapt meirvirðið í ár, umframt at tað hevur eydnast sera væl at fingið virði úr sildini.

- Av teimum 260 miljónum krónunum, sum skip og manning hava fiskað fyri í ár, hevur makelurin hevur givið umleið 140 miljónir krónur.

Jón Rasmussen vísir á, at teir í miðal hava fingið umleið 10 krónur fyri kilo av makreli og 9 krónur fyri kilo av sild. Tá er talan um krónur fyri hvørt kilo av veiddum fiski, og tað er óføra gott.

Skiparin leggur aftrat, at meðan makrelkvotan er økt, nú eingin avtala hevur verið millum strandalondini, er sildakvotan minkað við 30% árini 2010 til 2011 – og fer aftur at minka við øðrum 15% árini 2011 til 2012.

- Tað er tí trupult at spáa um framtíðina. Vit eru skornir nógv í sildini, og framvegis er óvissa um makrelin, sigur hann.

Jón Rasmussen leggur aftrat, at sjálvandi eru teir fegnir um hesi bæði árini við makrelinum, men upp á sikt ivast hann ikki í, at best hevði verið, um ein - fyri Føroyar - góð avtala var millum strandalondini um býtið av makrelkvotuni.