»Norðborg« liggur enn

.

Sunnudagin skuldi »Norðborg« (fyrrv. »Gardar«) fara avstað á fyrsta túrin, men fóðringin fór á maskinuni, so »Norðborg« slapp ongan veg. Føroyska manningin var øll kom yvir leygardagin, og við verða 28 mans, harav 9 eru norðmenn. Tað hevur ikki verið gjørligt at fingið at vita, hvussu umfatandi brekið er og nær »Norðborg« verður klárur at fara til fiskiskap, men av reiðarínum verður sagt, at gekst eftir ætlan, skuldi royndartúrur gerast aftur í gjár. Roynt var at fáa samband við skiparan, Kristian Martin Rasmussen, men hoyrilíkindi vóru ikki til tess, áðrenn blaðið fór til prentingar.