Fyri góðum ári síðani kom nýggi og stórsligni nótabáturin Kristian í Grótinum til Føroya. Hetta var ein stór íløga fyri reiðaríið. Men árið hevur hilnast væl hjá Kristiani í Grótinum, og nú hevur reiðaríið keypt Norðborg frá partafelagnum Hvalnes í Havn.
Eftirløn
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á nýggja reiðaranum á Norborg, men fyrrverandi reiðarin, Eiler Jacobsen, váttar tíðindini um, at Norðborg er seld til Klaksvíkar.
Eiler Jacobsen sigur, at bróðir hansara, Sámal Jacobsen, ið mestsum allatíðina hevur verið skipari á Norðborg og sum somuleiðis eigur ein stóran part í skipinum, er vorðin sjúkur, og tískil er avgjørt at selja skipið. Spurdur, um tað ikki ber til at fáa annan skipara, svarar Eiler Jacobsen, at Eystein Dalsgarð í løtuni er skipari á Norðborg, men at skipið verður selt, fyri at sjúki bróðir hansara og hinir eigararnir, ið allir eru vorðnir eldri menn, kunnu fáa eina góða eftirløn.
Hóast Norðborg nú er seld til Klaksvíkar, verður manningin á skipinum ikki arbeiðsleys. Eiler Jacobsen sigur, at nýggi reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, hevur lovað, at skipið skal halda áfram við somu manning eina tíð framyvir. Hendan manningin telur 12 mans.
Nýtt skip í oktober
Spurdur, um sølan av Norðborg hevur nakað við byggingina av nýggjum nótaskipi at gera, svarar Eiler Jacobsen, at tað hevur hon als ikki. Hann sigur, at talan er um tvey ymisk reiðarí, ið hann er partur av. ? Tað er reiðaríðið Hvalnes, ið hevur selt Norðborg og reiðaríðið, ið er í ferð við at byggja nýtt nótaskip í Póllandi, er P/F Ísborg, sigur Eiler Jacobsen og leggur afturat, at partafelagið Hvalnes verður avtikið, nú tá Norðborg er seld.
Nýggja nótaskipið hjá P/F Ísborg væntast at verða liðugt í oktober 1999. Skrokkurin verður gjørdur í Póllandi, har maskinan eisini verður sett í, áðrenn dekk verða løgd. Eftir hetta, verður skipið sleipað til Noregs, har tað verður innrættað.
Eiler Jacobsen sigur, at ætlanin er, at nýggja skipið kemur at avloysa Krúnborg í flotanum, og kemur tað eisini at bera sama navn.