Handilsketan Irma, sum hevur 76 handlar í Danmark, fer nú at selja vørur frá Norðdra Í fimm ár hevur Norðfra í Norðdepli selt borðklárar fiskavørur á føroyska marknaðinum við so góðum úrsliti, at sølan er vaksin millum 39 og 100 prosent um árið.
Norðfra hevur samstundis roynt at fáa fótin fastan á danska marknaðinum. Fyri tveimum árum síðani varð ferð sett á ætlanina, og úrslitið er, at handilsketan Irma hevur sett vørurnar úr Norðdepli á sína vøruskrá. Avtalan ber í sær, at hýsuflak, við og uttan rasp, er at fáa í øllum teimum 76 handlunum hjá Irma frá í dag.
Norðfra og Irma hava avtalað at arbeiða víðari við at fáa fleiri føroyskar vørur í Irma-handlarnar.