Norðhavssildin full í ætu - frysta gulllaks í Kollafirði

Á Kollafjord Pelagic verður eingin norðhavssild fryst í løtuni. - Sildin er full ætu, og tá er hon ikki egnað til frystingar, sum tíverri er einasti møguleiki, vit hava í løtuni, sigur Dánjal Jákup Andreasen, stjóri

Kollafjord Pelagic

Dánjal Jákup Andreasen, stjóri á Kollafjord Pelagic, sigur, at á virkinum í Kollafirði hava tey tíverri bert møguleikar til heilfrystingar, og tá ið norðhavssildin nú er full í æti, letur tað seg ikki gera at taka ímóti sild.
Tá ið vit frættu mánamorgunin, hevði stjórin ikki talið við hondina sum sigur, hvussu nógv tons av norðhavssild, tey í hesum umfari frystu, men tað vóru skip, sum høvdu fleiri landingar í Kollafirði.
- Nú skulu vit bara vóna, at sildin fær so nógv at eta í føroyskum sjógvi, at hon verður verandi longri enn undanfarin ár ? og soleiðis tekur uppaftur gamla ferðamynstrið.
Spurdur, um sildafiskiskapurin minkaði burtur í einki, áðrenn virkið gavst at taka ímóti, sigur Dánjal Jákup, at tað gjørdi hann ikki.
- Skipini fingu framvegis nakað av sild, tá ið vit góvust at keypa, sigur hann.

Frysta gulllaks
Um mánaðarskiftið, apríl/ mai, tók virkið í Kollafirði ímóti fyrstu nøgdunum av gulllaksi til heilfrystingar.
- Vit hava síðan fryst gulllaks og vóna, at fiskiskapurin fer at roynast í summar og út á heystið.
Dánjal Jákup sigur, at fiskiskapurin hjá gulllaksaskipunum hevur verið heldur smáligur í seinastuni, men vónir eru um, at hann batnar aftur.
Skipini, sum eru á gulllaksaveiði, eru Eysturbúgvin, Vesturbúgvin, Polarhav og Stjørnan.
Stjórin á Kollafjord Pelagic vísir á, at meðan gulllaksur verður heilfrystur í Kollafirði, verður hann virkaður til fars í Leirvík.
- Vit samstarva um gulllaksin, sigur Dánjal Jákup Andreasen á Kollafjord Pelagic.