Norðlýsið nýggjan portal

15 minuttir eftir at borgarstjórin, Jógvan Skorheim hevði trýst á knøttin, sum lat nýggju heimasíðuna hjá Norðlýsinum upp, høvdu meir 500 vitjanir verið inni og hugt at nýggja portalinum.

Trý fólk starvast dagliga á Norðlýsinum, ið hevur valt eina Norðoya-loysn saman við Kanssum sum veitara av nýggju heimasíðuni. Eisini eru onnur fólk, sum skriva fyri Norðlýsið og fyritøkan Grafia hjálpir til við ymskum grafiskum uppgávum.

Í morgun klokkan 11 var ein lítil móttøka á Norðlýsinum, har blaðstjórin, John William Joensen segði nøkur orð um virksemið á Norðlýsinum. Borgarstjórin fegnaðist eisini í stuttari røðu um henda miðilin, sum ber tíðindi úr nærumhvørvinum og annars hevur eyga við, hvat fyri ferst.

Borgarstjórin vísti á, at Norðlýsið hevði eina drúgva og viðkomandi søgu at siga frá, sum byrjar í 1915 - Hann ynskti góða eydnu og trýsti á knøttin, sum lat nýggju heimasíðuna upp.

Á mynini, sum Dávur Winther hevur tikið, síggjart borgarstjórin og blaðstjórin.