Norðlýsið selt

Norðlýsið skiftir nú eigarar. Smyril Line hevur verið høvuðseigari við meira enn einum helmingi, men nú hava Birgir Enni og aðrir keypt Norðlýsi. Men virksemið við vælumtókta ferðamannaskipinum verður ikki stórvegis broytt

FERÐAVINNA

 
Norðlýsið er kend mynd við bryggju í Havn og eisini kend mynd millum oyggjarnar á summri. Smyril Line hevur verið høvuðseigari við meira enn einum helmingi, men nú hevur Smyril Line selt sín part.
                      Hetta váttar Jóannes á Váli frá Smyril Line. Hann sigur at sølan er komin undir land og verður avgreidd í næstum.
                      - Tað hevur verið upp á tal at selja og sølan verður avgreidd í næstum, sigur Jóannes á Váli.
                      Um orsøkina til søluna sigur hann, at Smyril Line hevur verið við til at byrjað so nógv ymiskt virksemi, so sum gistingarhús og annað, men at ætlanin nú er at savna seg um høvuðsvirksemið, nevniliga Norrønu.
                      - Tí er tíðin komin, til at aðrir taka yvir, sigur Jóannes á Váli viðvíkjandi tí veruleika, at Smyril Line selir síni 53% í Norðlýsinum.
 
Birgir og aðrir
Birgir Enni, sum er og hevur verið skipari á Norðlýsinum á mongu ferðunum við ferðafólki, er ein teirra, sum framyvir fer at reka Norðlýsi. Hann og aðrir áhugaðir eru nýggir eigarar av Norðlýsinum.
                      - Tað eru nakrir av gomlu eigarunum og so nakrir nýggir, sigur Birgir Enni.
Hvørki Birgir Enni ella Jóannes á Váli vilja beinleiðis nevna søluprísin. Birgir Enni er tó væl nøgdur, tí skipið er í góðum standi. Hann sigur, at tá sølan endaliga er avgreidd, er ætlanin at partarnir koma við eini felags frágreiðing um eigaraskiftið.
                      Um virksemið sigur Birgir Enni, at tað framvegis verður sigling við ferðafólki, vælumtóktu konsertirnar úti í Hesti, fiskitúrar og annað, men kanka okkurt nýtt verður á skránni, men stórvegis brpytingar verða ikki, nú eigaraskifti fer fram.