Forlagið Stiðin hevur givið út savnið Norðlandslúðurin eftir Petter Dass. Axel Tórgarð hevur týtt. Mæta norska skaldið Petter Dass, sum m.a. yrkti "Harra Guð, títt dýra navn og æra", hevur yrkt um firðir, sund, fjøll og serliga fiskiskap í Norðurnoreg og samstundis hjá øllum okkum, sum liva við Norðurhøv. Bókin er til tey, ið vilja finna aftur til rótina.