Norsk Tipping veit í kvøld at siga, at ein norðmaður í kvøld hevur vunnið 443,9 miljónir norskar krónur.
Maðurin fekk tað, sum kallast 5 + 2 røtt í Eurojackpot, og hetta er sambært VG í kvøld norskt met í lotto-spæli.
Á myndini er tað Pernille Storholm Skaret, sum fekk heiðurin at bera boðini um stóra vinningin.
Tá VG seint í kvøld var í samband við Norsk Tipping, høvdu tey enn ikki fingið fatur á hepna vinnaranum av mongu miljónunum.