Fiskivinnustríð
Trætan, sum hevur tikið seg upp í samráðingunum millum Føroyar og Noreg um nýggjan fiskiveiðisáttmála, verður eftir øllum at døma torfør at loysa. Úrslitið er, at teir føroysku flakatrolararnir, sum lógu í rokfiskiskapi í norskum sjógvi, nú noyðast at fiska í gráu leiðini, hóast tíðin í norskum sjógvi er hin besta.
Hetta er nevniliga tíðin, tá toskurin kemur til Lofoten at gýta, og hetta er vanliga stórur fiskur. Vártúrurin hjá hesum skipum plagar soleiðis at roynast sum ein hin besti á árinum.
Í brævi til landsstýrið, fiskimálaráðið og fjølmiðlarnar í gjár, heittu skipararnir á teimum fýra flakatrolarunum, Ennibergi, Skálabergi, Sundabergi og Vesturvón, á myndugleikarnar um sum skjótast at fáa í lag nýggjan fiskiveiðisáttmála millum Føroyar og Noreg.
Men alt bendir á, at hetta verður lættari sagt enn gjørt, um føroyingar ikki skulu avreiða ein stóran part av eykakvotuni av makreli til norðmenn – soleiðis sum norðmenn hava kravt.
Hildu ikki orð
Stutt fyri jól samdust Føroyar og Noreg um, at skipini hjá hvørjum øðrum skuldu kunna fiska eftir gamla sáttmálanum, til nýggjur sáttmáli varð avtalaður og undirskrivaður, og síðan skuldi veiðan, dragast frá sambært nýggju avtaluni.
Flakatrolararnir fóru tískil í norskan sjógv í góðari trúgv, tí við sær høvdu teir loyvi, sum londini bæði vóru samd um skuldi vera galdandi, til nýggjur sáttmáli varð gjørdur.
Men tá Føroyar og Noreg hittust til samráðingar í Føroyum herfyri, settu norðmenn seg av álvara upp á afturbeinini og við sínum - í føroyskum eygum - órímiligu krøvum syrgdu teir fyri, at eingin sáttmáli kom í hús, samstundis sum flakatrolararnir eystanfyri vórðu riknir úr norskum sjógvi eftir einum ávísum klokkutíma.
Eykakvota trupulleiki
Í spurninginum um makrelin eru ES, Noreg og Føroyar strandalond og býta londini soleiðis heildarkvotu millum sín, har Føroyar eiga eitt lutfalsliga lítið, men ávíst prosenttal, sum er eini 4-5% av samlaðu kvotuni.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vísir á, at ES aftrat síni kvotu sum strandaland hevur tillutað sær eina eykakvotu upp á 35.000 tons sum suðurkomponent, sum tað verður rópt. Hetta er ein kvota, sum verður fiskað sunnanfyri 62 stig.
- Í samráðingunum við Noregi um nýggjan fiskiveiðisáttmála millum londini, tóku norðmenn eitt nýtt “element” inn í spurningin um sínámillum fiskiveiðirættindi.
Hann sigur, at eins og ES, hevur Noreg kravt, at ein eykakvota av makreli upp á 35.000 tons eisini verður tillutað norðanfyri 62 stig – ella til norðurkomponentin, sum sagt verður.
Norðurkomponenturin í hesum føri eru Noreg og Føroyar.
- Undir samráðingunum kravdu norðmenn nú, at teir skuldu hava 85% av eykakvotuni og vit einans 15%. Hetta kundu vit ikki góðtaka, og tá vit ikki vildu ganga norðmonnum á møti, gjørdi teir greitt, at so var eingin fiskiveiðisáttmáli galdandi landanna millum yvirhøvur.
Jacob Vestergaard sigur seg undrast yvir norska útspælið og yvir norsku krøvini um makrelin, tí eykakvotan hevði als ikki verið til viðgerðar millum partarnar.
- Vit høvdu sagt, at vit kundu umhugsa at áseta eina eykakvotu, men høvdu ikki viðgjørt málið meira enn tað. Tí undrar tað okkum, at tað júst gjørdist málið um býti av eini eykakvotu av makreli, sum førdi til sáttmálaloysi millum partarnar við teimum avleiðingum, sum hetta hevur við sær fyri eitt nú flakatrolararnar eystanfyri.
Hann endurtekur, at hetta mál slett ikki var á skránni, og so kortini tóku norðmenn tað fram beinanvegin undir samráðingunum.
Toskur sum vápn
- Vit royndu at “parkera” spurningin um eykakvotuna av makreli, men hetta vildu norðmenn ikki hoyra talan um, sigur landsstýrismaðurin.
Jacob Vestergaard vísir á, at sjálvandi hevur ein fiskiveiðiavtala við Noreg nógv størri týdning fyri føroyskan búskap, enn avtalan hevur fyri Noreg.
- Tá Noreg gav føroysku flakatrolarunum boð um at gevast at fiska í norskum sjógvi ein ávísan klokkutíma, var bara ein norskur línubátur í føroyskum sjógvi, sum eisini mátti gevast at fiska. Hinvegin lógu føroyskir flakatrolarar tá í rokfiskiskapi í norskum sjógvi, og hetta vistu norðmenn væl. Vit skutu tí upp, at skipini sluppu at halda fram at fiska – og so kundu partarnir hittast aftur til nýggjar samráðingar um einar 14 dagar. Men norska svarið var noktandi.
Hann heldur ongan iva vera um, at norðmenn soleiðis brúka góðu støðuna við toskinum í Barentshavinum sum “vápn” í spurninginum um makrelin.
Landsstýrismaðurin sigur, at tá hetta mál gjørdist ein stríðsspurningur, løgdu Føroyar út við, at eykakvotan skuldi býtast í helvt millum londini.
- Vit skutu eisini upp at taka henda spurningin upp fyri seg og ikki tengja hann at samráðingunum um fiskirættindasáttmálan millum londini annars. Men her vóru norðmenn hvørki at høgga ella stinga í. Teir hildu fast við, at málið um makrelin skuldi loysast saman við sáttmálanum annars.
Trupul støða
Jacob Vestergaard ásannar, at samráðingarnar millum londini eru komnar í eina trupla støðu, sum tó vónandi kann loyast í semju millum partarnar. Hann heldur snøgt sagt, at norðmenn í hesum máli hava verið bonskir mótvegis Føroyum.
- Kravið hjá norðmonnum var, at spurningurin um býtið av eykakvotuni av makreli skuldi greiðast, áðrenn nøkur fiskiveiðiavtala varð gjørd millum londini.
Landsstýrismaðurin sigur, at samband hevur verið millum partarnar, síðan samráðingarnar slitnaðu, men einki ítøkiligt er komið burtur úr.
- Nú viðgera vit spurningin um makrelin neyvari heima hjá okkum sjálvum, soleiðis at vit kunnu finna ein leist, sum vit kunnu góðtaka. Hinvegin er hugsandi, at neyðugt verður bæði við einum plani A og einum plani B fyri at náa undir land í samráðingunum við norðmenn.
Jacob Vestergaard ásannar, at norðmenn við sínum kravi um bróðurpartin av eykakvotuni av makreli og kravinum um, at hesin spurningur skal loysast fyrst, hava tikið fiskiveiðiavtaluna millum londini til gísla.
- Tað undrar okkum eisini, at norðmenn lupu frá avtaluni, sum varð gjørd fyri jól, har skipini eftir hesi kundu fiska hjá hvørjum øðrum eftir gomlu avtaluni, til nýggj fiskiveiðiavtala var komin upp á pláss.
Ísland bankar…
Landsstýrismaðurin sigur, at óvanliga nógvur makrelur er í føroyskum og íslendskum sjógvi, og hetta hevur ført til, at Ísland eisini er farið at banka á dyrnar sum eitt komandi strandaland í makrelspurninginum.
- Makrelurin hevur broytt ferðingamynstur, og hetta sæst aftur bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi, har íslendingar í fjør fiskaðu meira enn 100.000 tons av makreli. Hetta kundu teir gera, tí teir eru ikki partur av avtaluni um makrelin.
Jacob Vestergaard sigur seg væl skilja íslendsku støðuna, men hann ásannar samstundis, at kemur eitt land aftrat við uppí bólkin sum strandaland, er væntandi, at kvotan hjá hvørjum landi sær verður uppaftur minni.
- Nei, tað er ikki undarligt, at íslendingar vilja sleppa upp í part um makrelin, og við seinastu samráðingar millum strandalondini vóru íslendingar við sum eygleiðarar. Væntandi er tí, at Ísland gerst partur av strandalandaavtaluni í næstum. Um hetta verður næsta ár – ella seinni, veit landsstýrismaðurin ikki at siga.
Lodna afturfyri
Vit spurdu eisini Jacob Vestergaard, um tað er hugsandi, at Føroyar kunnu fáa nakað av lodnu í Barentshavinum fturfyri at geva meira frá sær av eykakvotuni av makreli, men tað heldur landsstýrismaðurin ikki.
- Nú lodnustovnurin í Barentshavinum byrjar at koma fyri seg aftur, hevur hesin stovnur sjálvsagt eisini áhuga hjá okkum. Men bæði norðmenn og russar hava sagt, at lodnan kemur ikki til umrøðu við samráingarnar um fiskirættindi fyri 2009.
Føroyskir nótaskipareiðarar hava annars róð uppundir, at føroyskir myndugleikar eiga at útvega okkum eini 4.000-6.000 tons av lodnu í Barentshavinum, men hetta verður so ikki í ár.
- Nei, eg haldi ikki, at vit eiga at lata norðmonnum burtur av eykakvotuni av makreli fyri lodnu, sum kanska kann koma uppá tal komandi ár. Makrelur er dýrur fiskur, og tað ræður eisini um hjá okkum – og er okkara skylda - at tryggja okkum ein rímiligan býtispart. Í fyrsta lagi eiga vit okkara rættvísa part av makrelinum, og tað er ógvuliga umráðandi at fáa staðfest henda partin hjá okkum av samlaðu makrelkvotuni. Tástani kunnu vit brúka makrelin í møguligum býti við aðrar tjóðir, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskvinnumálum.