Norðmenn vunnu við neyð og deyð á San Marino í HM-undankappingarbólki C í kvøld. Noreg vann 4-1 á Ullevaal leikvøllinum í Oslo, men heilt til 77. minutt var støðan javnleikur 1-1, men so fekk Noreg tikið seg saman og skorað trý mál, og tryggjað sær sigurin aftaná 0-1 tap ímóti Aserbaidjan á útivølli og 0-3 tap ímóti Týsklandi á heimavølli.
Tá Noreg kom á odda í 12. minutti í dystinum ímóti San Marino í kvøld var talan um fyrsta málið hjá norðmonnum í hesari HM-undankappingini. Málið var eitt sjálvmál, sum sanmarinesarin, Davide Simoncini setti í egið mál.
Eurosport Norge vóru skjótir, og teir løgdu út á Twitter beinavegin, at fyrsta málskjúttin hjá Noregi í HM-undankappingini var Davide Simoncini.
Staðfestast má, at norðmenn eru ikki smávegis speiskir um sítt landslið, men sigast má, at viðmerkingin hjá Eurosport Norge sat.