Norska fótbóltssambandið, NFF fór í endurnýtsluna, og hevur nú valt at seta Egil ?Drillo? Olsen í starv, sum høvuðsvenjara hjá norska fótbóltslandsliðnum. Drillo hevur tikið við einum tilboði, og nú kl. 14 verður tíðindafundur á Ullevaal í Oslo. Árini 1990-1998 var Drillo norskur landsliðsvenjari, og eydnaðist tað liðnum at spæla seg til HM-endaspølini í 1994 og í 1998. Í 1994 vísti Noreg sera defensivan fótbólt, og gav tað Drillo nógva antipati í fótbóltsheiminum. Í 1998 var spælið eitt vet meiri undirhaldandi, og eydnaðist tað tá Noregi at vinna seg í 1/8 finaluna. Tað mest minniliga var tá Noreg vann 2-1 á Brasilia. Kjetil Rekdal, sum skeyt sigursmálið fyri Noreg tá, er annars dansandi óður inn á norska fótbóltssambandið, at hesi hava drigið tann skjótt 67 ára gamla venjaran fram aftur. Kjetil Rekdal metir starvssetanina hjá NFF at verða eitt afturstig fyri norskan fótbólt.