Norðmenn keypa summarhús í Danmark

Fíggjarkreppan hevur gjørt, at prísurin á summarhúsum í Danmark er minkaður eini 30 prosent, og tað hevur fingið norðmenn at venda eygunum suðureftir, skrivar norska blaðið VG.

Sambært blaðnum kosa eini summarhús við eina danska strond umleið eina millión krónur minni enn eini summarhús, sum standa niðri við sjógvin í Noregi.

Men ein trupulleiki er, at útlendingar kunnu ikki keypa fasta ogn í Danmark. Men eingin regla uttan undantøk, og í hesum førinum er tað so, at útlendingar, sum hava "serligt tilknýti" til Danmark, kunnu søkja myndugleikarnar um loyvi at keypa sær fasta ogn. VG skrivar, at tey seinastu árini hava 362 norðmenn søkt um at sleppa at keypa summarhús í Danmark. 283 fingu játtandi svar, og "serligt tilknýti" var í flestu førum grundgevingin.

Meiri enn 80.000 fólk, sum búgva í Noregi, hava donsk ættarbond.