Í Noregi hevur fótbóltslagið ikki verið nakað serligt í hesi vikuni. Noreg hevur staðið seg avbera væl í undanfarnu undankappingum. Hesa ferð megnaðu teir bara málleysan javnleik á Ullevål ímóti Armenia, sum ikki hevur verið roknað fyri nakað serligt.
Armenararnir togaðu í bremsuna allan 1. hálvleik, og norðmenn dúraðu. Í 2. hálvleiki megnaði heimaliðið at trýsta á naglan, men teir komu ikki nærri enn at stúta við síðuna av.
Í Svøríki var lagið gott. Teir fingu trý stig í torføra dystinum ímóti Aserbadjan. Miðvallarin Anders Svensson úr Elfsborg, sum óvæntað var millum teir fyrstu ellivu, sendi longu í 9. minutti eitt langskot upp undir nettakið. Í 2. hálvleiki vóru sviar kroystir aftur á vøllin, men teir komu undan við øllum stigunum.
Finnland vann á heimavølli 2?1 á Albania. Jari Litmanen, sum er ónøgdur í Barcelona, har hann er lítið á vøllinum, legði heimaliðið á odda stutt undan steðginum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki fingu finnar vátan vøtt, tá Edvin Murati javnaði fyri Albania. Skelkurin stóð bara við í fýra minuttir. So skoraði innskifti Aki Rihilahti, sum spælir í norska Vålarenga, sigursmálið eftir hornaspark.
Finnar vóru bara tíggju síðstu 20 minuttirnar. Janne Saarinen fekk í tveir minuttir tvey gul kort og noyddist tískil at fara av vøllinum. Albanararnir trýstu, men teir komu ikki nærri máli enn skoti beint omanfyri tvørtræið.
Tey smáu
Umframt Føroyar vóru tað onkur onnur av teimum smáu í Europa, sum fingu stig í vikuskiftinum. Ivaleyst var føroyska stigið tað mest óvæntaða, men Andorra var um reppið at fáa stig. Høvdu teir megnað tað, so hevði talan verið um uppaftur størri søgu.
Andorra hevur ongantíð fingið stig í einari undankapping. Í vikuskiftinum taptu teir 3?2 á heimavølli ímóti Kypros, sum eisini verður roknað millum tey smáu. Tað var tætt við, at tað fyri fyrstu ferð skuldi eydnast hjá Andorra. Tað var farið ein minutt út um vanligu leiktíðina, tá Michael Constantinou skoraði sigursmálið. 1000 vónbrotnir heimamenn fóru til hús.
Í føroyska bólkinum, bólki 1, stríddist Luksemburg á heimavølli ímóti Jugoslavia. Longu í 4. minutti sóu teir 3.305 áskoðararnar á Josy Barthel stadion Savo Milosevic, sum hevur skorað ímóti føroyingum fleiri ferðir, seta hol á fyri Jugoslavia. Miðskeiðis í 1. hálvleiki økti Slavisa Jokanovic. Luksemburg megnaði ikki ? sum føroyingar megnaðu ímóti Slovenia ? at koma afturíaftur og taka tvey mála leiðsluna aftur.
Ísrael, sum hevur Richard Møller Nielsen við róðrið, telist ikki ímillum tær størstu fótbóltstjóðirnar í Europa (teir vilja fegnir og verða roknaðir sum europearar í fótbóltshøpi). Hesa ferð høvdu teir vitjan av Liktinstein, sum Føroyar vunnu 1?0 ímóti á útivølli 26. apríl. Ísrael skoraði beinanvegin, men teir megnaåðu ongantíð at binda um. Liktinstein hevði møguleikar at javna, men í síðstu løtu varð sigurin staðfestur til 2?0.