Norðmenn vilja upp í ES

Var fólkaatkvøða í Noregi nú um limaskap í ES, høvdu 64 prosent atkvøtt fyri

Noreg og ES
Árni Joensen:

Seinastu mánaðarnar hava meiningakanningar í Noregi givið teimum, sum eru ímóti ES-limaskapi, veksandi undirtøku, men sambært einari nýggjari kanning er gongdin vend nú.
Kanningin, sum blaðið Aftenposten og norska útvarpið hava gjørt, og sum varð almannakunngjørd í gjár, vísir, at høvdu norðmenn sloppið at tikið støðu til spurningin nú, høvdu 64 prosent atkvøtt fyri limaskapi í ES. Bert 19 prosent siga, at tey høvdu atkvøtt ímóti, og tey seinastu 17 prosentini hava ikki tikið støðu.
Kanningin avdúkar eisini, at 22,7 prosent av teimum, sum søgdu nei á fólkaatkvøðuni um ERS-limaskap í 1994, høvdu atkvøtt ja nú.
Aftenposten skrivar, at meðan meiri enn helmingurin av teimum spurdu kvinnunum vóru ímóti limaskapi fyri einum góðum mánað síðani, taka 60 prosent av kvinnunum nú undir við ES-limaskapi. Hendan sama gongdin er eisini galdanfi fyri tey, sum hava lá- og meðalinntøkur, skrivar blaðið.