Mentanarhús
Fuglafirði:
Norðoyar Sparikassi trúði meira upp á framtíðina hjá Mentanarhúsinum í Fuglafirði, enn teir stóru peningastovnarnir gjørdu. Lítli sparikassin lat húsinum tað lánið, sum teir stóru ikki tordu at geva.
Grundgevingin hjá Norðoya Sparikassa fyri at lata fuglfirðingum lán var tann, sigur Eyðun Hansen, formaður i Fuglafjarðar Sjónleikarafelag, at leiðslan í Norðoyar Sparikassa dugir at síggja, at um stutta tíð er undirsjóvatunnil undir Leirvíksfirði veruleiki, og tá fara norðoyingar eisini at kunna brúka húsið í Fuglafirði í nógv størri mun enn nú.
?Soleiðis vísir leiðslan i Norðoya Sparikassa bæði framskygni og økismenning í verki, sigur formaðurin í Fuglafjarðar Sjónleikarafelag, sum eigur Fuglafjarðar Mentanarhús.
Grundgevingin hjá hinum peningastovnunum til ikki at geva lán var, at teir fyrr høvdu mist so nógvan pening upp á slík hús, at teir ikki rættiliga trúðu uppá, at hetta kundi bera til, sigur Eyðun Hansen.
Byrja í smáum
Eyðun Hansen sigur, at tey nú fara at gera Mentanarhúsið liðugt. Nøkur tiltøk verða kortini í húsinum í vár, hóast tað ikki verður tikið alment í nýtslu fyrr enn í summar.
Húsið er í tveimum hæddum, og tann niðara verður endaliga liðug í hesum mánaðinum. Ætlanin er so at hava tríggjar konertir trý fylgjandi leygarkvøld í mars og apríl. Tann fyrsta verður 30. mars og hinar báðar 6. apríl og 13. apríl. Eisini onnur tiltøk verða væntandi í vár.
Lagt er upp til, at húsið skal vera endaliga liðugt og takast alment í nýtslu í juni, sigur Eyðun Hansen.
Seinni í summar verður so Listastevnan, og tá fara eisini ymisk tiltøk at verða í Mentanarhúsinum, sigur formaðurin í Sjónleikarafelagnum.
Mentanarhúsið er longu gitið fyri góðu ljóðviðurskiftini, og tí fara tey eisini at gera nakað burturúr.
Millum annað er fullfíggjað ljóðannlegg keypt, eins og eitt rættiligt Steinway konsertflygel eisini er á veg.
Mett varð rætt at keypa útgerðina heldur enn at leiga hana, hvørja ferð okkurt tiltak skuldi vera.
?Og eg eri sera fegin um ta stóru vælvild, Fuglafjarðar Komuna alla tíðina hevur víst húsinum, sigur Eyðun Hansen.
Lítil skuld
Samlaða skuldin í Fuglafjarðar Mentanarhúsið verður hesar báðar milliónirnar, nú eru læntar frá Norðoya Sparikassa, sigur Eyðun Hansen.
Hann sigur, at tað, sum goldið er fyri húsið, liggur um einar sjey-átta miliónir krónur.
?Men húsið er vert einar 15 milliónir, sigur hann. Alt tað nógva sjálvbodnað arbeiðið, lagt er í húsið, kann ikki metast nóg høgt, heldur hann. Nakað av almennum stuðuli hevur húsið eisini rætt til, vísir hann á.
Køkur verður gjørdur í húsinum, og í tí sambandi verður kravt, at starvsfólkarúm eisini skulu gerast.
Tað er grundin til, at ovara hæddin nú eisini skal innrættast, sigur Eyðun Hansen. Ætlanin var annars at bíða við henni, og soleiðis sleppa undan lántøku.
Fuglafjarðar Mentanarhús hevur møguleika fyri at reka matstovu, og tey fara eisini at royna at fáa ein kokk, sum kann standa fyri tí partinum.
Eisini skal ein dagligur leiðari setast, sum so skal syrgja fyri at reka húsið, sigur formaðurin í Sjónleikarafelagnum.