Tað boðar Norðoya Tjóðveldisfelag frá, í einum tíðindaskrivi.
– Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag harmast støðuna og ta avleiðing, sum málið um grein 266b hevur fingið, nú Karsten Hansen hevur tikið seg úr tingbólki Tjóðveldisfloksins.
– Ein meiriluti í nevndini vónar, at tingmanning Tjóðveldisfloksins og Karsten Hansen finna saman og halda á at vera virðilig umboð á tingi.
– Norðoya Tjóðveldisfelag takkar Karsteni Hansen fyri hansara umboðan í flokki vára og heitir samstundis á Karsten Hansen um framhaldandi at stuðla tjóðveldispolitikki, sigur Norðoya Tjóðveldisfelag í tíðindaskrivi í morgun.