Norðoyarstevnan boðar frá góðum

HÓAST veðurmaður okkara sigur frá kaldari veðri um vikuskiftið, so ber landsins fyrsta veruliga stevna, Norðoyarstevnan boð um heitari tíðir. Eisini boðar hon frá, at summarfrítíðin er í nánd. Norðoyarstevnan boðar rætt og slætt frá góðum.

STEVNURNAR eru ein týðandi partur av okkara gerandismentan. Tær rúma so nógvum - frá ítróttarkappingum, mentanarligum tiltøkum av alskyns slag til dans - ja tær eru til gaman og álvara fyri fólk í øllum aldri. Og hesar stevnur eiga uttan iva sín lut í tí, at so nógvir føroyingar í dag eiga og brúka tjóðarbúnan - føroysku klæðini. Tað er eisini ein frægd fyri eygað at síggja hesi mongu børnini, ungu og tilkomnu í føroyska búnanum. Tað fløvar tí hetta er partur av okkara samleiki - av okkara sereyðkenni sum fólk og tjóð. At so mong eiga tjóðarbúnan - føroysku klæðini - kunnu vit ikki minst takka stevnunum fyri.


TAÐ er tí eisini av stórum týdningi at hjúkla um og halda lív í stevnunum. Hesar eiga eisini lívið í okkara tjóðarítrótti, kappróðrinum, sum aftur sigur nakað um okkara serstøku mentan, føroyska bátin. Tað er helst tey, sum halda stevnurnar vera einki annað enn fjas og fjant - drukk og balladu. Sjálvandi vilja tær eisini bera brá av slíkum, men tað er kjarnina vit her skulu hugsa um - týdningin stevnurnar hava fyri okkum øll.


OG ikki at gloyma hetta at hitta vinir og kenningar. Hetta at kunna savnast á einum stað við tí eina í huga: at vera í góðum lag, at hugna sær osfr. Tað man helst eisini vera eindømi í heiminum, at fólk úr øllum búplássum savnast júst á einum stað at hátíðarhalda eina stevnu. Sjálvandi er ólavsøkan høvuðsstevnan umframt at vera tjóðardagur okkara. Men taka vit tær einstøku stevnurnar, so leita eisini fólk úr øllum landinum sær til tær, her ikki minst róðrarfólkið.


VIT eiga tí ikki at undirmeta týdningin av stevnunum og serliga ikki fyrstu stevnuni, Norðoyarstevnu. Hon líkasum er start-skotið til nakað spennandi og gott. Hetta er so seinasta Norðoyarstevnan í hesi øldini. Tað er okkara vón, at veðrið verður gott, og at nógv fólk leita sær til stevnuna. Vit ynskja kappróðrarfólkinum og annars teimum mongu, ið stíla fyri og annars stevnugestunum øllum eina góða Norðoyarstevnu.