Kári P. Højgaard
Løgtingsmaður
___________
Væl fyrisskipað hátíðarhald var fyri innbodnum, tá skotið skotið varð ígjøgnum leygardagin. Sjónvarpið vísti í degi og Viku myndir, har Norðlýsið og norska flaggið saman við posti vórðu handaði gjøgnum tað lítla holið í múrinum, ið skildi arbeiðsbólkarnar, ið høvdu arbeitt ávikavist úr Leirvík og Klaksvík.
Nógvur turbulensur hevur verið kring landstýrismannin í Innlendismálum, sum í langa tíð hevur megna at verið miðdepulin í heimliga orðaskiftinum, har nærum hvør útsøgn frá honum, hevur fest eld í. Tí var tað tí við ávísum ótta og iva, undirritaði tíðum hugdi niður á sjálvlýsandi urskivuna, har stóripinnur hevði kropið sær nakað fram um ásetta 5-talið. Men so komu forloysandi orðini um, at nú vóru 5 minuttir til skotið bleiv. Hesafer var ongin slingur í valsinum hjá Jógvani við Keldu og múrurin fall. Loksins kundi so skerda eysturoyartingmanningin klúgva upp um grótrúgvuna, við Kjartan Joensen skipara úr Leirvík á odda, honum í hølinum Kára P Højgaard, Alfred Olsen, Andreasi Petersen og Jógvani á Lakjuni. Klakvíksmegin vórðu vit hjartaliga væl móttiknir av norðoyartingmonnunum, ið við serstøkum spenningi høvdu sæð fram til hesa løtu.
Kom á tal niðri í tunlinum miðskeiðis undir Leirvíksfirði, á lægsta staðið í Útnorði. Ongin ivi er um, at maðurin er langt frammanfyri sína tíð. Vit fingu greitt at vita, at ongin skilti Jógvan fyri 15 árum síðani, tá hann vísti á tað skilagóða í hesi verkætlanini, sum nú gjørdist veruleiki, og hann hevði fingið rætt. Tað er møguliga trupulleikin, tá ein sær longur fram enn fólk flest, at man kann verða misskiltur av síni samtíð, livst so spyrst.
Borðhaldið var hildið undir hugnaligum umstøðum og maturin var vælsmakkandi og ókvoteraður. Orðið varð ikki frítt, tíbetur, vildi onkur sagt. Ivaleyst høvdu teir tingmenn, ið høvdu leitað sær norður til Klaksvíkar hendan leygardagin, ikki latið orð landstýrismansins í vinnumálum staðið ósvarað, tá hann burtur úr rúgvuni nevndi tveir partamenn. Misstakið skal verða honum fyrigivið, tí farna vikan hevur verið sera strævin. Kappingin við løgmann, um at ganga fremstur í kongaliga fylginum saman við vøkru krúnprinsessuni, krevur sítt. Onkur hevur speiskliga sagt, at høvdu umstøðurnar verið øðrvísi og vitjanin ikki endaði nú, so er spurningurin, um hennara kongaliga hátign hevði fari avstað aftur, tí á nærum hvørjari sjónvarpsmynd, hugdu prinsessan og landstýrismaðurin bergtikin hvør at øðrum.
Aftaná blíðskapin frá vertum og norðingum varð leita í bussarnar, at njóta seinasta møguleika at koyra ígjøgnum tunnilin á hesum sinni. Kom í bussin, ið skuldi koyra fólkið ein túr til Leirvíkar og aftur til Klaksvíkar. Veitslurómur var á øllum, og søgur og sangur gjørdu túrin alt ov stuttan, har so kendir menn sum Karstin Hansen, Jákup Mikkelsen, Heini O. Heinesen, Steinbjørn Jacobsen, Rodmundur Nielsen o.a. vóru við. Tá ein mikrofon er nærhendis, er ein sovorðin neyð at sleppa at tosa í hana, og gavst hesin møguleikin eisini á túrinum. Undirritaði gjørdi sama mistakið sum landstýrismaðurin í vinnumálum, bert at nevna eitt navn í smb. við tunnilin, men tað skal verða rættað her. Bæði Eyðun Elttør, Karstin Hansen og Heini O. Heinesen áttu saman við góðum kreftum sín stóra leiklut í hesi verkætlan.
Eftir stendur so avbjóðingin Leirvíksmegin, har ein haldgóð loysn skal finnast við tunlinum undir bygdini. Vónandi verða hesi viðurskiftini avgreidd í næstum, so óttin og ampin, leirvíkingar hava av tí komandi øktu ferðsluni, er ógrundaður. Ongin ivi er um, at roknað verður við, at løgmaður í ólavsøkurøðu síni boðar frá, hvør loysn er vald og at hetta er gjørt í samráð við kommunalu myndugleikarnar á staðnum.
Tilukku og góða eydnu við størsta samferðsluátakinum í nýggjari tíð. Vóni at sambindingarliðið, tunnilin millum Eysturoy og Borðoynna kemur at lætta um gerandisdagin hjá vinnulívinum og teimum fólkum, sum regluliga skulu nýta hesa farleið og verður til signingar og gleði fyri allar føroyingar..